Frystur fiskur undantikin

Frystur fiskur undantikin

Tey, sum fiska á Føroya banka, hava fingið eina lagaligari treyt enn tann, sum var. Gamla kunngerðin segði, at fiskifar, sum fiskar á Føroya banka, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni, fyrr enn veiðan á Føroya banka er avreidd. Hetta er nú ikki galdandi, um tað, sum verður fiskað á Føroya banka, verður fryst umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap aðrastaðni.

Treytin er, at allur fiskur, fingin á Føroya banka, sum er frystur, skal vera stúgvaður burtur frá øðrum fiski. Hann skal vera væl merktur. Fiskifar, fiskileið, fiskaslag og veiðidag skulu standa á pakninginum.

Related Articles

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Back to top button