– Heilsuverkið rúmar ikki øllum

– Heilsuverkið rúmar ikki øllum

Tað er øgiliga trupult at fáa fólk inn til eina virðiliga avrúsing inni á psykiatriskari deild. Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, eftir Leivur Halldórsson í sendingini, Leivur vil liva, støðugt endar í bíðistøðu, tá hann biðjur um hjálp. – Um tað er pláss fyri einum sum Leivi á psykiatrisku deild, tað loyvi eg mær at ivast í, leggur hann aftrat.

Hann vísir samstundis á, at hetta ikki er eitt eindømi, men ein afturvendandi trupulleiki. Tí hartar hann eitt heilsuverk, sum ikki í nóg stóran mun megnar at hjálpa misnýtarum. Í sendingini síggja vit, at Leivur tvær ferðir fer inn á Psykiatriska depilin, har hann eftir ætlan skal avrúsast, men tað miseydnast.

Martin Kúrberg heldur, at skipanin er brotin – og at misnýtarar skulu fáa sjálvstøðugt avrúsingartilboð. Farið var afturum sendingina 'Leivur vil liva' í Breddanum í dag. Tann parturin kann hoyrast her: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin.

Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, var gestur í sjónvarpsstovuni.

Related Articles

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Back to top button