Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin
Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin
Støðan hjá teimum, sum misnýta rúsevni, er ikki nøktandi, tí vit duga ov illa at raðfesta tey, sum longu eru misnýtarar, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum. Í sendingini í dag tosa vit við Martin Kúrberg, sum sjálvur var misnýtari í nógv ár. Vit hyggja at avbjóðingum og loysnum á økinum – og vit fara aftur um sendingina "Leivur vil liva", sum var í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og sum setur sjóneykuna á júst hesi viðurskiftini.
Fiskavirkisskipanin Landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá, ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanini. Men hvat siga fyritøkurnar, sum í dag fáa gagn av skipanini, og hvat sigur ALS-stýrið? Breddin klokkan 10.