Gongur illa at manna sjúkraflutningstænastuna í Vágum
Gongur illa at manna sjúkraflutningstænastuna í Vágum
Tað er trupult at manna støðina í Vágum við tveimum fólkum allar dagar í árinum, tí Sjúkrahúsverkið hevur tørv á útbúnum ambulansustarvsfólki. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Hann spurdi, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at støðin í Vágum verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.
Í august spurdi Jóhannis Joensen eisini um sjúkraflutningstænastuna í Vágum. Tá segði landsstýriskvinnan, at sjúkrabilurin í Miðvági var ómannaður í 30 samdøgur í fjør. Tvey fólk eiga at manna bilin.
Í 16 samdøgur var bara eitt fólk til bilin. Tekur støðuna í størsta álvara Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sigur, at hon tekur støðuna í størsta álvara og vil arbeiða fyri, at støðin skjótast gjørligt verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum. Í januar næsta ár verða tvey starvsfólk væntandi liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar.
Somuleiðis eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistent, og tey kunnu væntandi byrja at arbeiða sum assistentar síðst í árinum, sigur hon. Landsstýriskvinnan vísir á, at Sjúkrahúsverkið hevur fleiri ferðir lýst eftir ambulansuviðgerum og assistentum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, men hevur bert fingið sett vikarar í styttri tíðarskeið.