Føroyskar røður skulu varðveitast fyri eftirtíðina
Føroyskar røður skulu varðveitast fyri eftirtíðina
Føroyingar hava siðvenju at halda røður til alskyns høvi. Men nógvar røður verða gloymdar, og ofta er torført at finna tær aftur. Tað vil ein ritstjórn nú gera nakað við.
Á heimasíðuni foroyskarrodur.fo skulu bæði gamlar og nýggjar røður savnast og gerast ókeypis atkomiligar hjá øllum. – Øll kunnu senda inn, tað einasta kravið er, at tað ikki er vitlíki, sum hevur skrivað røðuna, sigur Eydna Skaale, retorikari, sum er í ritstjórnini. Endamálið er ikki bara at savna kendu politisku røðurnar, men eisini prædikur og røður frá veitslum, hátíðarhaldum, brúdleypum og øðrum høvum.
– Røðurnar kunnu geva okkum eitt serligt innlit í føroyska samfelagið, málið og tey virði, sum hava broytt seg gjøgnum tíðirnar, sigur Eydna Skaale. Eydna og Torbjørn Jacobsen, sum eisini er við í arbeiðinum, vóru gestir í morgunsendingini og greiddu frá ætlanini og týdninginum av tí góða røðukynstrinum. Ritstjórnin heitir nú á fólk um at senda røður inn til savnið, sum eftir ætlan skal lata alment upp á flaggdegnum komandi ár.