Lendiskeyp og endurgjald í Kollafirði kunnu kosta yvir 6,5 milliónir krónur
Lendiskeyp og endurgjald í Kollafirði kunnu kosta yvir 6,5 milliónir krónur
Tórshavnar kommuna kann koma at rinda tilsamans góðar 6,5 milliónir krónur fyri lendiskeyp og endurgjald í sambandi við ætlaðu bústaðarbyggingina og trivnaðarøki í Norðreki í Kollafirði. Tað vísa almenn býráðsskjøl og skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Tann 19.
desember í 2023 undirskrivaðu táverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, táverandi kommunustjórin, Bjørgfríð Ludvig, og festarin Gunnvør Dam Jensen eina ætlanaravtalu um góðar 29.000 fermetrar av festijørð í Kollafirði. Avtalan skuldi gera tað møguligt hjá kommununi at keypa lendið til bústaðarbygging og trivnaðarøki. Samstundis varð avtalað, at kommunan skuldi endurrinda festaranum fyri eitt nýtt seyðahús, tí útbyggingin fór at gera inntriv í raksturin av festinum.
3,45 milliónir fyri landsjørðina Í januar 2024 samtykti býráðið einmælt at taka undir við ætlanaravtaluni við broytingum. Í oktober sama ár fekk kommunan fyribils tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at keypa 29.217 fermetrar av landsjørð. Keypsprísurin varð upplýstur til 3.450.458 krónur.
Í almennari málslýsing frá desember 2024 verður samstundis staðfest, at avtalan við festaran eisini fevndi um endurrindan av nýggjum seyðahúsi. Tá var kostnaðurin av seyðahúsinum enn ókendur. Góðar tríggjar milliónir í endurgjaldi Innlitsskjølini vísa, at kommunan í ár hevur gjørt uppskot um ein semjusáttmála um endurgjald viðvíkjandi matrikul nr.
313a og 107a í Kollafirði við Gunnvør Dam Jensen, festara. Sambært uppskotinum verður lagt upp til, at festarin fær 1.063.633 krónur fyri mistar fóðureindir og tvær milliónir krónur fyri seyðahús. Samlaða endurgjaldsupphæddin er 3.063.633 krónur.
Endurgjaldið fyri mistar fóðureindir byggir á eina meting frá Búnaðarstovuni, sum hevur roknað árliga rakstrartapið av lendinum til góðar 106.000 krónur. Endurgjaldið svarar til tíggju ferðir metta árliga rakstrartapið. Samanlagt eru keypsprísurin fyri landsjørðina og endurgjaldsuppskotið 6.514.091 krónur.
Tað er tó ikki staðfest, um báðar upphæddirnar eru endaliga góðkendar ella útgoldnar. Keypspeningurin fyri landsjørðina og endurgjaldið til festaran skulu heldur ikki blandast saman. Keypið fyri landsjørð verður avgreitt við Búnaðarstovuna, meðan endurgjaldsuppskotið snýr seg um miss hjá festaranum.
Onnur avtala um veg Innlitsskjølini vísa eisini, at ein avtala um leigu av undirlendi til veg í Norðreki hevur verið til viðgerðar. Í desember 2025 upplýsti løgfrøðingurin hjá kommununi, at býráðið ikki hevði góðkent hesa avtaluna. Enn er ikki staðfest, hvør endaliga støðan er við hesi avtaluni, ella um hon kann hava aðrar fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.
Endaligi kostnaðurin ógreiður Hóast lendiskeypið og endurgjaldsuppskotið tilsamans eru góðar 6,5 milliónir krónur, er endaligi kostnaðurin hjá Tórshavnar kommunu ikki staðfestur. Innlitsskjølini vísa ikki, um semjusáttmálin við Gunnvør Dam Jensen er endaliga góðkendur og undirskrivaður, ella um peningurin er útgoldin. Sáttmálauppskotið til festaran er treytað av góðkenning í fíggjarnevndini.
Heldur ikki er greitt, um aðrar avtalur í sambandi við lendið í Norðreki í Kollafirði kunnu hava aðrar útreiðslur við sær. Eldradepilin upp í málið Lendið í Norðreki er eisini komið upp í málið um nýggja eldradepilin í Kollafirði, sum annars var ætlaður á Todnesi. Tann 8.
juni í ár skrivar Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur og sonur festaran, til kommunustjóran og biður um at fáa málið um at flyta eldradepilin til Norðreki lagt fyri býráðið. Hann metti, at ein fyribils kanning vísti, at Todnes var ov lítið, og vildi hava eina líknandi kanning gjørda í Norðreki. Tann 17.
september varð uppskotið um flytingina lagt fyri býráðið og samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. Dagin eftir boðaði borgarstjórin, Elsa Berg, frá, at hon hevði steðgað málinum. Tann 25.
september kærdi Heidi Lava Elgeirsdóttir spurningin um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen til kommunala eftirlitið. Bergur Robert Dam Jensen vísir aftur, at hann er ógegnigur, og tann 9. oktober boðaði hann frá, at hann fór at kæra borgarstjóran fyri at steðga býráðssamtyktini.